Merkjagudstænastan flutt

Merkjagudstænasta, sum verður í Fámjins kirkju sunnudagin í samband við, at Merkið er 100 ár, og sum eftir ætlan skuldi verða kl. 11, er av ávísum orsøkum flutt til at verða kl. 14!

Byrjað verður við skrúðgongu á vegnum niðan fyri barnaheimið hjá Jens Olivuri Lisberg og heim í kirkjuna, har gudstænasta verður við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi og Jónsvein Bech, sóknarpresti.

Eftir Gudstænastuna verða øll boðin til drekka og ábit í teltinum, sum er sett upp til høvi.

Facebook viðmerkingar