Spennandi, slóðbrótandi avbjóðing sum leiðari av køkinum og matstovuni í SALT.
Ert tú til reiðar, at royna nakað nýtt og at kasta teg út í øðrvísi avbjóðingar, í meldrinum av ferðavinnuni og støðugt øktum ferðafólkatali til Suðuroyar, er uppgávan sum leiðari av matstovuni í SALT júst nakað fyri teg.
Vit søknast eftir einum persóni, sum hevur ans fyri góðari og spennandi matgerð, har føroysk matmentan og nýhugsan leiðast. Tú skalt hava áhuga fyri og alsk til dygdargóðu, føroysku rávøruna, eins og tú skalt duga at umboða matstovuna úteftir.
Tú skalt vera sera røkin og halda reinføri høgt í hevd.
Afturfyri fært tú eitt starv, sum gevur tær stórt frælsi til at bróta upp úr nýggjum, at mynda títt egna brand og at byggja tína egnu matstovu upp, soleiðis sum tú heldur, at ein nútímans matstova her í Suðuroy eigur at síggja út og rekast.
Tað er eitt krav, at tann, sum fær starvið, hevur útbúgving sum kokkur ella aðra líknandi útbúgving.
Saltsilogrunnurin tekur sær eisini rætt til, í samráði við umsøkjara, at seta starvið í eitt styttri tíðarskeið, um hetta verður hildið at vera meira hóskandi.
Lønar- og setanartreytir vera eftir avtalu við Saltsilogrunnin.
Saltsilogrunnurin kann lýsa starvið av nýggjum, um eingin við kravdu førleikunum søkir ella mett verður, at eingin skikkaður umsøkjari er.
Møguleiki er eisini fyri, at uppgávan at leiða køkin og matstovuna verður latin umsøkjara at reka, um áhugi er fyri tí og semja fæst millum partarnar um treytirnar.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Desiree Mortensen, nevndarlim, (tlf. 22 48 58 – desiree.mortensen@gmail.com) ella Ólav Rasmussen, stjóra, (21 30 13 – or50(at)mac.com
)Umsóknir skulu sendast á salt@salt.fo ella Drelnes 22, 827 Øravík.
Evsta freist at søkja er mánadagin, 22. juli 2019 kl. 12.00
Facebook viðmerkingar