1,2% vóru arbeiðsleys í apríl í ár. Fyri einum ári síðani var talið 2,2%. Arbeiðsloysið, sum hevur verið støðugt minkandi seinastu 7-8 árini, minkar nú ikki við somu ferð sum áður.
Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.
Í apríl var arbeiðsloysið tódnað niður í 1% hjá monnunum og 1,4% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 2% hjá monnum og 2,5% hjá kvinnum. Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.
Arbeiðsloysið er minkað í øllum økjum í mun til sama mánað í fjør. Lægst er arbeiðsloysið í Eysturoy og Norðoyggjum, har tað er ávíkavist 0,6% og 0,7%.
Í øllum aldursbólkum er arbeiðsloysið minkað í mun til í fjør. Í apríl var minst arbeiðsloysi millum tey sum vóru 45-54 ár við 0,7%. Hægst var tað hjá teimum millum 25-34 ára gomlu við 1,8%.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Dagførdu arbeiðsloysistølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum býtt á øki, aldur, kyn og tíð.
Hví eru arbeiðsloysistølini góðar tveir mánaðir afturút?
Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum møguligt.
Stutt um arbeiðsloysi
Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.
Arbeiðsleys eru eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:
Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella meira í mánaðinum.
Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í einum mánað, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.
Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.
Facebook viðmerkingar