Siti eg í dali inni, vøkur eru summarminni.
Láin letur, løkur teskar, og mín tunga kelduvatnið leskar.
Gingið verður niðan til vøtnini Vatnsnes og Bessavatn. Í Ergidali er vøkur náttúra og harumframt er dalurin fornfrøðiliga áhugaverdur.
Farið verður avstað kl. 15.00 frá Víkingasavninum í Hovi, har drekkamuður verður at fáa, áðrenn gongutúrurin byrjar.
Túrurin varir áleið 4 tímar, og heitt verður á fólk at hava matpakka við. Røður verða hildnar og tað verður felagssangur.
Fólkafundurin verður hildin fyri at mótmæla ætlanunum um at leggja stóran part av dalinum undir vatn og brúka Vatnsnes sum pumpuskipan. Orkufeløg skulu ikki hava loyvi at brúka vøtn til streymframleiðslu, uttan at nakar veruligur myndugleiki, sum varðar av náttúru, er skipaður í Føroyum, og sum kann tryggja, at farið verður fram við skili og við náttúruni í huga. At brúka vøtnini í Ergidali er eitt mistak, og fer at broyta landslagið og vistskipanina í økinum. Heldur enn at leggja orkuframleiðslu út í ta fríu náttúruna, hevur FNU ta sjónarmið at orkuframleiðsla skal vera nærri orkubrúkaranum.
FNU
Facebook viðmerkingar