Stórur dagur í Vági

Í morgin leygardagin 29. juni halda Adolf og Saloma Ryggshamar Diamantbrúðleyp og samstundis heldur Adolf 85 ára føðingardag. 

Saloma er ættað úr Kollafirði og Adolf úr Vági. Saloma hevur gjørt ymist fyrifallandi arbeiði,  m.a. innan fiskaarbeiði. Hon arbeiddi m.a. í nógv ár í svimjihylinum í Vágs skúla. Annars hevur hon fyri tað mesta, ansa hús og heimið. 

Adolf hevur fyri tað mesta av lìvinum verið sjómaður. Somuleiðis hevði Adolf í seksti árinum resturantión í Vági. Har hann í byrjanini var í starvi hjá Petur Nolsø eldra, sum bakari. Seinni róku hann og Saloma restauratiónina og var hon virkin ì nøkur ár. Staðið varð nevnt “hjá Adolf “. Har komu nógv fólk á gátt, serligani um vikuskiftini. 
Adolf hevði ein sokallaða “Jukeboks” í restauratiónini. Hann keypti sjálvur singul plátur og fekk eisini singul plátur til jukeboksina frá ymiskum vágbingum, sum silgdi úti tá. Seinni endaði henda jukeboks hjá Jørgini Olsen sála, sum átti biografin í Vági tá.

Adolf hevur eisini havt útróðrarbát saman við pápa sìnum og beiggjunum hjá sær. Teir róðu nógv út heilt fram til fyrst í 1990unum.

Adolf er vágbingur við stòra V. Hann elskar alt tað, sum hendir í Vági og hann frøðist um alt sum her er. Hann sigur eisini sjálvur, at hann minnist ikki so nogvan trivnað fyrr í tíðini í Vági, enn nú. Her sipar hann serligani til alt virksemi innan ìtróttin í bygdini.

Um okkurt er galið í Vági ella hjá VB / FC Suðuroy, ja so hava tvøramenn ella havnarmenn alla skyldina. Men alt er hóast tað viå einum brosi frá honum.

Adolf og Saloma eru tvey, sera fitt og fyrikomandi fólk, eru altíð klár at hjálpa øðrum. Tey leggja ikki í um tað so gongur út yvir tey sjálvi. Bara hini hava tað gott, so eru tey glað. 

Adolf elskar ítrótt, serligani fótbólt, hondbólt og kappróður. Hann var eisini sera virkin við VB í fótbólti í ein mannsaldur. Tað fer heldur ikki ein dystur framvið hjá honum, bæði innan hondbólt og fótbólt. Líka mikið hvør spælir, so er hann á Eiðinum og klárur at stuðla har.

Adolf var eisini ein sera stóltur maður, tá hann herfyri “skeyt fyrsta almenna bóltin í nýggju Marghøllini ì Vági” og harvið varð Marghøllina í Vági tikin í nýtslu. 

Adolf hevur eitt framúr minni og fortelur nògvar minnandi og gevandi søgur um livið. Ja, hann hevur nógvar søgur. Sum bæđi er skemtandi og gevandi. Millum annað søgan frá 2. Veraldarbardaga har hann varð raktur av skoti frá týskum bumbuflúgvara, sum tannáringur. Hesin flúgvari skeyt og bombaði gjøgnum Vágsbygd. Flúgvarin rakti Adolf viå streifiskoti á kjálkan. Holini av hesum skotum vóru at síggja í nógv ár í barnaheiminum hjá Adolf, har hann og Saloma nú eisini búgva.

Adolf og Saloma eru bæði væl fyri enn, tíbetur og tey elskað lívið. Serligani eru tey framúr takksom fyri børnini, abbabørnini og langabbabørnini. Tey elska tey yvir alt og eru ovurfegin, tá ið tey eru í Vági á vitjan.

Adolf er ein sonn býarmynd í Vági. Hann er allastaðir at síggja í bygdini og fylgir væl við, hvat hendir í Vági. Hann er tíðliga uppi hvønn morgun og so fer hann út at hyggja uppá bygdina á sínum skutara. Soleiðis er hvønn dagur hjá honum. 
Men fyrst gongur leiðin hjá Adolf út til vinmannin og skyldmannin Jonhard Vest, har teir fáa sær morgunkaffi og prátið snýr seg um bygdina og tað felagslív, sum her fer fram.

Adolf og Saloma eru “Still Going Strong”, tey húsast enn í heiminum vesturi í Bø í Vági. Har hevur altíð verið opið hús, hjartarúm og teirra gestablìdni røkkur langt út um øll mørk. 

Eg kundi hildið áfram at skriva um tykkum bæði góðu fólk. Men eg fari at enda hesa kvøðu og takka tykkum báðum fyri alt, sum tit hava verið fyri meg og ynskja tykkum báðum ein framùr diamantbrùðardag og 85 ára dag.

Harrin styrkir framtíð tykkara.

Guðs signing herfrá

Levi

Facebook viðmerkingar