Tilbúgvingarleiðari til tilbúgvingina í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu hálva tíð

Tvøroyrar og Hvalbiar Kommuna hava felags tilbúgvingarlið.

Kundi tú hugsað tær at verið leiðari hjá sløkkiliðinum og staðið fyri átøkum í samband við eld og annað tilbúgvingararbeiði í kommununum? So er eitt starv leyst at søkja sum tilbúgvingarleiðari hjá Tvøroyrar og Hvalbiar Kommunu.

Vit bjóða eitt fjøllbroytt og spennandi starv, har tilbúgvingarleiðarin arbeiðir saman við dugnaligum starvsfólkum og við møguleika fyri fakligari menning. Tilbúgvingarleiðarin hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í báðum kommunum, dagliga rakstrinum á tilbúgvingarstøðini, umframt fíggjarliga ábyrgd og verður leiðari fyri starvsfólkunum.

Ábyrgdarøkið hjá kommunalu tilbúgvingini er ásett í tilbúgvingarlógini.

Tilbúgvingarliðið hevur 12 starvsfólk og støð á Tvøroyri umframt 3 starvsfólk og minni hølir í Hvalba. Starvsfólkini eru sjálvboðin og við tilkalling. Støðin er ikki mannað, uttan av tilbúgvingarleiðaranum.  

ARBEIÐISUPPGÁVUR

Tilbúgvingarleiðarin

  • myndar tilbúgvingarstøðirnar, og stendur fyri samskiftinum og samstarvinum við borgarar, vinnu, samstarvsfelagar og mynduleikar
  • er fastur limur í tilbúgvingarnevndini fyri kommunurnar
  • hevur ábyrgd av, at váðametingar og tilbúgvingarætlanir eru dagførdar
  • hevur ábyrgd av fíggjarstýring og umsiting
  • er leiðari fyri øll starvsfólk við tilknýti til tilbúgvingarstøðirnar
  • hevur ábyrgd av útbúgving og venjing av tilbúgvingarliðnum
  • hevur ábyrgd av umsjón og kann verða partur av byggimálsviðgerð
  • dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum, skandinaviskum og enskum.

Starvið sum tilbúgvingarleiðari inniber m.a. døgnvakt í báðum kommununum. Tískil er tað av størsta týdningi, at viðkomandi, ið settur verður, hevur møguleika at vera skjótt á staðnum, tá tilkallað verður.FØRLEIKAKRØV

  • Viðkomandi royndir innan økið
  • Brunateknisk útbúgving innan brunaumsjón – hendan útbúgving kann eisini takast eftirfylgjandi
  • Átaksleiðaraútbúgving frá góðkendum skúla kann vera ein fyrimunur
  • Aðrar útbúgvingar innan tilbúgving, handverk og leiðslu kunnu vera ein fyrimunur

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR Dentur verður lagdur á, at tú

  •  hevur góð leiðaraevnir og megnar at veita góða tænastu, ráðgeving og er samstarvssinnaður
  • hevur høgt trúvirði og ert álítisvekjandi í samstarv við borgarar, starvsfólk, kommunala umsiting og aðrar samstarvsfelagar
  • dugir væl at samskifta og lurta og hevur gjøgnumslagskraft
  • hevur yvirblikk og megnar at raðfesta í fjølbroyttum uppgávum

Tað er umráðandi fyri starvið, at tú hevur áhuga í at ogna tær nýggja vitan innan økið.   SETANARVIÐURSKIFTIR Starvið er hálvtíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ragnar J.Guttesen, tekniskur leiðari ragnar@tvoroyri.fo.  UMSÓKN Umsókn við CV, heilsuváttan, viðmælum og revsiváttan verður at senda til Tvøroyrar Kommunu, Tvørávegur 37, 800 Tvoroyri ella umvegis teldupost til tvoroyri@tvoroyri.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. juli 2019, kl. 12.00. Tvøroyrar Kommuna tilskilar sær rætt til at velja millum umsøkjararnar ella ongan at velja.

Facebook viðmerkingar