Hesi størv eru leys at søkja í Vágs Skúla

Vit søkja eftir trimum námsfrøðisligum stuðulum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/2020.

1 starv at seta við setanarbrotinum 0,55 ella 25 t/v í mið- og grunddeild

2 størv at seta við setanarbrotinum 0,55 ella 25 t/v í Lonini (sertilboð)

Søkt verður eftir námsfrøðisligum stuðlum, sum

  • duga væl at samstarva og samskifta
  • vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • sýna  næmingum og undirvísing sín eldhuga
  • vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin
  • kunnu hjálpa við dreingja ítrótti og dreingja svimjing

 Førleikakrøv:

Linjulestur ella samsvarandi førleika. Royndir innan serøkið

Lønar- og setanartreytir:

  • námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21 og frá 1. oktober í 2019 í 11-22 lønarflokki.
    • námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13, 15, 17, 19 og 21
    • hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-8 og  frá 1. oktober í 2019 í 3-9 lønarflokki

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadag 19. juli 2019  kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja ella skriva til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330              teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo

Anita Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 723090                 teldupostur: anita.nysted@skulin.fo       

Sølvi Andreasen, leiðari á Lonini á tlf. 269567           teldupostur: soelvi.andreasen@skulin.fo

Facebook viðmerkingar