Eftir 4 ár sum landsstýriskvinna í almannamálum, bústaðarmálum, familjuøkinum og javnstøðu havi eg fingið gott innlit í hesi øki, og her kunnu vit veruliga gera mun í gerandisdegnum hjá nógvum fólkum.
Mítt hjartamál er, at øll skulu hava somu møguleikar í lívinum – ikki bara sum vøkur orð men við ítøkiligum átøkum.
Eg vil arbeiða fyri, at allir múrar millum skipanir verða tiknir niður, so borgarin er í miðdeplinum og ikki skipanin. Tað skal snúgvað seg um menniskjað. Ongin skal brúka alla sína orku til at stríðast við skipanir, tá ið viðkomandi hevur brúk fyri hjálp.
Meginreglan fyri øllum sosialum arbeiði skal verða, at borgarin og hansara avvarðandi verða sett í miðdepilin, og at allar veitingar og tænastur taka støði í tí einstaka borgaranum.
Øll skulu hava eina miðvísa, samskipaða og samanhangandi tænastu, uttan mun til hvør geiri veitir tænastuna.
Tí brenni eg fyri at fáa vælferðarlógina samtykta og øll átøkini í henni sett í verk. Nøkur av stóru átøkunum eru:
At verlætlanin Tann góða tilgongdin verður sett í verk til allar familjur, ið hava børn, ið bera brek.
At tænastan á vardum bústøðum verður skipað sum ein grundtænasta, ið øll fáa, og sum einstaklingarættað tænasta, har borgarin fær nakrar tímar um vikuna saman við einum starvsfólki at nýta til tað, ið viðkomandi hevur áhuga í.
At skipanin við hjálpartólum verður smidligari og til tann einstaka og ikki sum nú til stovnin.
At arbeitt verður miðvíst, so øll, ið hava tørv á viðlíkahaldsvenjing, fáa tað í boði.
At flutningstænasta verður skipað, so allir borgarar, ið ikki megna tað sjálvir, fáa tilboð um flutning til tænastuna, ið teimum tørvar.
Eg vil arbeiða fyri, at vit taka okkum av okkara børnum og ungum frá føðing av, so at tey verða brynjað til at megna sítt lív. At vit tryggja, at børn og ung verða hoyrd og viðurkend, so tey fáa røttu hjálpina rættstundis. Ein tænasta skal ikki steðga orsaka av, at barnið fyllir ár, men halda fram um tørvur er á hesum.
Endurmenning (rehabilitering) skal verða høvuðsendamálið við allari hjálp, soleiðis at øll, ið koma út fyri einari almannahending, fáa hjálp við tí fyri eyga, at tey kunnu fóta sær aftur.
At vit fáa bygt 200 nýggj bílig heim kring landið og minst tríggjar búfelagskapir til ung við serligum tørvi, so tey fáa tak yvir høvdið á jøvnum føti við onnur. Síðan skal ein miðvís 10 ára ætlan gerast fyri bygging av íbúðum og búfelagsskapum samsvarandi vaksandi tørvinum.
Javnstøðupolitikkurin skal setast í verk og millum annað skulu pápar hava meira barsil. Vit skulu arbeiða víðari við at bøta um pensjónsviðurskiftunum hjá kvinnum, og vit skulu kanna, um íslendska lógin við líka løn kann lagast til okkara viðurskifti.
Eyðgunn Samuelsen
Facebook viðmerkingar