Útreiðslugildi hjá sitandi samgongu ger tað ómøguligt at gera Suðuroyartunnilin
Ávís stig eru neyðug, fyri at Suðuroyggin skal verða á sama støði sum restin av Føroyum. Somuleiðis verður neyðugt at rætta ymiskar feilir.
Tunnil til Fámjin eigur at verða gjørdur beinan veg. Tað er ómoralst at avlýsa hann í seinastu løtu. Frágreiðing um Dalsvegin, kom sum bestilt til endamálið. Mátin við kunningarskrivum, umberingum og brot av gomlum avtalum, var ikki sømiligur. Kemur tunnil til Fámjin ikki á skrá beinan veg, verður tað ongantíð. Og vit vita øll, hvør ikki ynskir tunnil til Fámjin.
Í Suðuroynni eru relativt nógv eldri. Minnist tá eg fyri 20 árum síðan roknaði út, at tað høvdu verið 6.000 pensjonistar í Havn, um aldursbýti var sum við Gjógv.
Eldraøkið átti ongantíð at verið lagt út til kommunurnar. (ja eg veit hvør var ministari tá) Tað er púra greitt, at skulu kommunur umsita økið, er neyðugt at tær fáa blokkstuðul, eftir tali av eldri fólki. Blokkstuðul verður tá sjálvandi samhaldsfastur, tí hann kemur úr felagskassanum.
Støðan í dag er, at vit fáa 2 klassa borgarar. At kommunur í Suðuroy av berari neyð eru ósamdar og tíð og orka ikki er til at krevja tað, sum rímuligt er, frá landsmynduleikum er harmuligt.
Havandi í huga, at borgarstjórin í Vági er Tjóðveldismaður og Javnaðarflokkurin hevur meirilutan í býráðnum á Tvøroyri, má sigast at antin duga tey als ikki at arbeiða, ella hava landsmynduleikarnir als ongan hug at hjálpa.
Eyðgun og Sirið umsita eldraøkið og sjúkrahús. Tað er so lítið komið burtur úr, at tær nú biðja um afturval fyri at sylta viðari, tað tær hava sylta í 4 ár. Rokni við at fólk í Suðuroy hugsa seg um, áðrenn krossurin verður settur næstu ferð.
79% av fólkatalinum í Suðuroy er í arbeiðsfjøldini, meðan tað eru 87% í Eysturoy og Streymoy. Munurin svarar til 260 arbeiðsfólk. Lønarinntøkan í Suðuroy er uml. 200 milliónir lægri enn fólkatalið tilsigur. Tað sigur seg sjálvt at tað er ein avbjóðing. Trupulleikin er stórur og neyvan lættur at loysa.
Men hóast tað eru trupulleikar, so er mín uppfatan, at fólk í Suðuroy hava tað rímuliga gott. Tey fólk eg møti eru glað og nøgd. Men næstan hvørja ferð eg ringi til Havnar, so ljóðar suðuroyarmál í hinum endanum. Fráflytingin hevur verið stór. Aldurssamansetingin er skeiv. Tá jarðarmøður og føðistovur flyta norður um fjørðin, nærkast dagurin at sjálvt gravarin verður arbeiðsleysur.
Eg vil gera mítt til fyri at tunnil til Fámjin verður gjørdur áðrenn maskinurnar í Hvalba fara norðaftur.
Suðuroyartunnil eigur at verða gjørdur. Men við verðandi samgongu og ótálmaða útreiðsluvøkstri verður ongin tunnil bygdur til Suðuroyar. Vit minnast øll hvat hendi við tunnlinum til Fámjin. Og hann kostaði kanska 100 milliónir og ikki 3.400 milliónir. Tí er avgerðandi fyri Suðuroynna at Fólkaflokkurin kemur í samgongu og steðgar útreiðsluvøkstrinum. Tað verður ikki uttan svørðslag at pengar verða játtaðir. Eg skal nokk gera mítt. Men tað er eisini neyðugt at veljarin velur rætt.
Eg haldi tað er gott at vitja í Suðuroynni. Eg vil gjarna gera mítt til at tað eisini skal verða gott at búgva í Suðuroynni.
Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins
Facebook viðmerkingar