Vágs kommuna: Fólkatalið í Vágs kommunu pr. 1. juli 2019 og inntøkutølini fyri fyrra hálvár 2019 vísa, at tað gongur spakuliga rætta vegin.
Eftir eitt tíðarskeið við góðari gongd í fólkatalinum frá september 2013 til miðskeiðis í 2018, har fólkatalið vaks frá 1.295 til 1.370, er fólkatalið seinast árið minkað nakað og var 1. mai 2019 kom niður á 1.340. Men nú gongur aftur spakuliga rætta vegin, tí 1. juli 2019 búðu 1.349 fólk í Vágs kommunu.
Persónsskattainntøkurnar fyrra hálvár í 2019 hava verið nakað betur enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu seks mánaðirnar í 2019 fekk Vágs kommuna 22,8 mió. kr. inn í persónsskatti, í mun til 21,5 mió. kr. í 2018. Talan er um vøkstur á 1,3 mió. kr. svarandi til 6%.
Skoytast kann uppí, at juni mánaði var serliga góður til persónsskattainntøkur, tí Vágs kommuna fekk góð 14% meiri í persónnskatti í juni í ár, samanborið við í fjør, úr 3,7 mió. kr. í 2018 uppí 4,2 mió. kr. í 2019.
Sostatt kann staðfestast, at tá hugt verður fólkatalinum og persónsskattainntøkunum, so gongur tað spakuliga rætta vegin.
Facebook viðmerkingar