Tað er eyðsæð, at ein bráfeingis loysn má finnast í veiðibólki 5, so útróðrarflotin ikki verður lagdur restina av árinum. Og eg havi alla orsøk at vænta, at tey longu eru í ferð við at snikka eina loysn saman í Fiskimálaráðnum.
Lættasta loysnin er annaðhvørt at flyta fleiri bátar úr B-bólkinum upp í A-bólkin fyri á tann hátt at frígeva nakrar dagar í B-bólkinum, ella bara at gera dagarnar, sum eftir eru, til felagsdagar hjá bæði A-, og B-bólkinum – altso øllum bólki 5.
Eg dugi í øllum førum ikki at síggja, at landsstýrismaðurin við hesum báðum møguleikunum hevur nakrar trupulleikar við heimildunum.
Men hetta er bert ein bráfeingis loysn og fyrsta stigið í eini trístigarakett. Tí eftir valið skal ein nýskipan fyri okkara útróðrarflota gerast. Ein nýskipan, sum tryggjar burðardygga veiðu og samstundis tryggjar, at tey, ið liva av útróðri, hava fyrstarætt til fiskidagarnar.
Tann nýskipanin er tó triðja og seinasta stigið í trístigarakettini. Longu á ólavsøku má landsstýrismaðurin nevniliga í tingið við stigi tvey, tí tá vænti eg undir øllum umstøðum, at allur bólkur 5 er um at vera tómur fyri fiskidagar.
Í stigi tvey má landsstýrismaðurin útvega sær neyðugu heimildirnar at tryggja, at útróðurin ikki aftur steðgar upp hjá teimum, sum hava hann sum livibreyð, áðrenn veturin kemur.
Og har eru nógvir møguleikar.
Til ber at seta eitt bagatell-mark fyri avreiðingum, soleiðis at bara avreiðingar omanfyri eina ávísa vekt telja við sum brúktir fiskidagar. Markið kundi til dømis verið avreiðingar omanfyri 600 pund. Allar avreiðingar niðanfyri hesa vekt skuldu so ikki talt við, og tað kundi verið gjørt afturvirkandi frá ársbyrjan. Á tann hátt ber til at frígeva nokkso fitt av døgum.
Eisini kundu vit sagt, at dagarnir, sum pensjonistar brúka fyri at røkka 60.000 króna-markinum, ikki taldu við. 60.000 krónur er tað, sum pensjonistar kunnu avreiða fyri, áðrenn teir verða mótroknaðir í pensjónini.
Ella vit kundu sagt, at øll kunnu avreiða fyri 60.000 krónur, áðrenn fiskidagarnar byrja at telja.
Helst er tað bert hugflogið, ið setir mørk her.
Men í einari varandi skipan hevur tað størsta týdningin, at tey, sum hava mest brúk fyri fiskidøgunum, hava fyrsta rætt at sleppa framat teimum. Tí má ein nýskipan taka støði í hesum, og dagarnir mugu stillast so rætt, at tað ikki bara per automatikk skal bera til at koma afturumaftur og økja dagatalið. Tí tá missir reguleringin alla meining.
Onkur, millum annað Sniálvur Røvilsberg, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevur verið frammi við hugskotinum um at býta bólk 5 upp í tríggjar undirbólkar, A, B og C, ístaðin fyri bara tveir, sum nú er galdandi. Tað hevði kanska verið ein skilagóð loysn.
Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar