Í apríl varð spakin settur í. Áðrenn hetta vórðu jørðroyndir gjørdar á økinum og eftir at spakin varð settur í, varð farið undir at grava út. Síðani hevur verið løgd ætlan fyri planering og nú er so farið undir at planera fyri næmingaheimnum hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Tað er Bústaðir sum er byggiharri og Norcon í Vági, sum byggir næmingabústaðin, sum Ítróttaháskúlin í Suðuroy kemur at leiga frá Bústaðir.
Í næmingaheiminum verður 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er.
Næmingaheimið skal eftir ætlan standa liðugt komandi summar.
Facebook viðmerkingar