Nakrar rættingar til Eivind

Fundurin varð umbiðin av formansskapinum og hann var í trúnaði millum nevnd og meirilutanum í býráðnum, og fundurin snúði seg ikki um tunnil til Fámjins. So tað er beinleiðis ósatt, sum tú sigur.

Fyri at fáa hetta í sítt rætta samanhang.

Umboð fyri flokkin og feløgini her suðuri góvu boð frá sær og stuðlaðu landsstýrismanninum í, at tað skuldi halda fast við raðfestingina. Men semja var ikki í samgonguni og formenninir tóku avgerðina um at broyta raðfestingina.

Skuldi øll samgongan fella orsakað hesum, so høvdu nógv týðandi mál verið farin fyri skeytið, eisini raðfestingin av Fámjnstunlinum. Okur kunnu, hóast alt, gleðast um, at fyri fyrstu ferð nakrantíð er Fámjins tunnilin raðfestur. 

 Sum tú sjálvur sigur, so eru tað úrslitini sum telja. Gamaní, tú kann sum dømi, taka samanum hvat Javnaðarflokkurin hevur framt í Suðuroy seinastu 4 árini í mun til, hvat Fólkaflokkurin framdi í 8 ár frammanundan.

Tað er eisini ein sannroynd, at tað hevur verið Javnaðarflokkurin, sum hevur havt løgmann til hvønn einasta tunnil í Suðuroynni! 

Næst er, at okur hava arbeitt í fýra ár við at broyta skeivu gongdini og tað ætla okur at gera fýra ár afturat. So, lat ongan iva vera um, at okur skulu nokk berjast, sum úlvur á skóg fyri Suðuroynna og gera tað, sum neyðugt er fyri at broyta skeivu gongdini! Somuleiðis, alt Føroyar! Børnini, familjur, verkafólk, tey eldru og náttúruna.

Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins


Facebook viðmerkingar