Tað er altíð smart at siga allan sannleikan við tey, sum hava ordan í pappírinum og minnast væl
Jens Arni Hammerfos Leo ger eina forkølaða roynd at umbera atgerðarloysi og prógvar manglandi evnir at fáa mál ígjøgnum. Jens Arni sigur, at fundurin tá Løgmaður kom suður, ikki var um Fámjinstunnilin?!
Aftaná fundin var Borgarstjórin í Fámjin í KVF og greiddi frá: Her greiður Jóanis Lisberg frá í KVF um fundin: http://kvf.fo/utvarpstidindi?sid=85587 og her er grein á portal. Fo um tað sama: Her er grein av Portal.fo um sama: https://www.dagur.fo/eingin-famjinstunnil-fyrr-enn-dalstunnilin-er-lidugur
Henrik Old var longu í pottinum vita vit nú. Sjálvandi kom Løgmaður suður á Tvøroyri at bjarga samgonguni. At tosa við meirilutan var greitt skálkaskjól fyri at sleppa undan at bjóða táverandi løgtingsmanni Javnaðarfloksins, tvøramanninum Kristin Michelsen við á fund.
Tey, sum enn ikki hava skilt, hví Løgmaður kom suður, biðja nú lova sær á ting. Skilji tað hvør í skilja vil.
Jens Arni umber seg eisini við, at teir stuðlaðu Landsstýrismanninum við skrivi. Hvat stuðul tosar hann um? Avgerðin var tikin. Henrik Old var í pottinum. Hava tit ikki skilt tað enn?
Uppgávan hjá Jens Arna var at broyta avgerðina! Tað hevur hann ikki so mikið sum roynt. Jens Arni kundi byrja við at spurt Bjarna Hammer: 1. Var avgerðin tikin áðrenn fundin á Tvøroyri við vælsignilsi frá Bjarna? Ella var avgerðin tikin uttan at Bjarni visti av?
Jens Arni greiður frá, at tey í Norðara Javnaðarfelagnum ikki ynsktu at fella samgonguna. Tað umber hann við ymiskt stórmál hjá samgonguni. Harvið váttar hann, at tey ofraðu grannarnar í Fámjin fyri onnur mál hjá samgonguni.
Og so gleðir hann seg um, at Fámjinstunnilin fyri fyrstu ferð er raðfestur. Tað er jú ósætt. Tað var klárt at bora. Hevði Jens Arni sagt at Fámjinstunnilin var umraðfestur óendaliga langt fram í tíð, so hevði eg skilt hann.
Fyri at bjarga fólkinum í Fámjin, legði andstøðan fram uppskot í oktober 2018. Atkvøðugreiðsla var 26 februar 2019. Síðan er onki samtykt og tí er ongin orsøk at hugs um samgonguna. Hví atkvøddi Henrik Old ímóti? Bjarni Hammer atkvøddi eisini ímóti, in absentia, umvegis clearing við Skorheim, sum annars hevði atkvøtt fyri. 15 atkvøður ímóti og 14 fyri. Skifti Bjarni ella Henrik meining, so boraðu teir til Fámjins í dag.
Tað nyttar einki at stríðast sum úlvur á skóg, tá ein bara arbeiðir eftir reyv. Tit kalla útseting av Fámjinstunnli fyri raðfesting. Tit hava prógva, at tit ikki hava nøs fyri politikki. Tit megna ikki at taka røttu avgerðirnar tá høvið býðst.
Málið var so upplagt. Um tit í javnaðarfelagnum settu Aksel knívin á struban, so noyddist Aksel at bakka. Tit gjørdu einki. Hví? Hví svíktu tit grannarnar? Eingin svíkir sínar egnu soleiðis.
Tað einasta, sum gevur meining er, at tit longu tá ætlaðu tykkum løgtingssess og hugsaðu um tykkum sjálvi og ikki tordu at siga floksformanninum ímóti.
Tit áttu at broytt Ikkijemenogur til jebarajeogonginuttanje
Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins
P.S.
Ùr fundarreferati:
Fundur um Hvalbiartunnilin 19. desembur 2017
Staður: Portugálið. Dagur 19. desembur 2017, kl 11.00 til 12.00
Luttakarar fyri Samferðslumálaráðið: Henrik Old, landsstýrismaður, og Atli Eiriksson, ráðgevi.
Fyri Landsverk: Ewald Kjølbro, stjóri, og Jóannes Sigmundur Jensen, verkfrøðingur.
Fyri Tvøroyar kommunu: Kristin Mikkelsen, borgarstjóri, og Bjarni Hammer, býráðslimur.
Fyri Hvalbiar kommunu: Janus Thomsen, borgarstjóri.
Nú semja er um linjuføringina, verður prosjekteringin gjørd liðug, og síðan verður verkætlanin, – vegagerð og tunnilsgerð, boðin út. Semja var eisini um at Fámjinstunnilin verður boðin út, saman við Hvalbiartunnlinum.
Link til atkvøðugreiðsluna í løgtinginum:
Atkvøðurgreiðslan í 26 februar 2019. Henrik Old atvkøddi ímóti. Bjarni Hammer møtti ikki og hann hevði Cleara við Jógvan Skorheim. TVS. at Bjarni Hammer atkvøddi ímóti, tí Skorheim hevði atkvøtt ja.
Her er Løgtingsmálið: https://www.logting.fo/casenormal/viewCommitteeState.gebs?caseState.id=26099&menuChanged=16
Facebook viðmerkingar