Illgitingar prógva lítið

Jeg umberi meg ikki, jeg rætti teg, Eivind. Skil munin.

Tað tykist, sum ein tráan hjá, at vita hvat fundurin snúði seg, men fundurin var í trúnaði og viðvíkur so als ikki títt spinnarí. Tí er tað altíð smart at fyrihalda seg til evnið!

Men her komi jeg so við fleiri rættingum. Jóanis Lisberg setti sjálvur spurningin um tunnilin og fekk svar, og tók seg úr nevndini. Tað skilti jeg. Fundurin snúði seg enn ikki um tað, sum tú tráar eftir. Enn ósatt sum tú illgitir, somuleiðis er restin av tínum brævi grundað á somu ósonnu fortreyt.

Okur kundi nógv og okur royndu, men semja var ikki í samgonguni. Vóni at tú dugir at telja upp í 17, ella skalt tú lukta vegin fram við hesi dugnaligu nøs? Sannleikin var tann, at um løgmaður setti okra treytir, sum ultimatum hevði samgongan slitnað.

Okur stuðlaðu landsstýrismanninum og góvu okra umboð boð um at finna eina loysn. Hetta hevur tú ikki sæð? Ikki er tað alt, sum tú hevur ordan í ella minnist.

Gamaní, men veruleikin, sum tú eyðsæð ikki sær er, at umboðini funnu onga semju, sum okur bóðu um. Fall samgongan, orsakað av hesari ósemju, høvdu onnur týðandi mál farið eisini. Harumframt Hvalbiartunnilin og Fámjinstunnilin.

”Bjargingin” frá andstøðuni hevði eittans endamál og tað kann hvørt smábørn rokna seg fram til, at tað var at fella samgonguni. Har hevði Hvalbiartunnilin eisini farið, og tí atkvøddu Javnaðarumboðini her suðuri ikki. Tað hava teir báðir fráboðað og tað veitst tú fullvæl.

Næst seinasta rættingin hjá mær er, at hvørki jeg ella Kristina vóru uppskot ella umbiðin, at stilla upp fyri flokkin tá. Somuleiðis er fundarfrágsøgnin onkisigandi, tá samgongufundur tók avgerðina um raðfestingina.

Seinasta rættingin er, at tað eitur ”ikki jeg men okur”. Tí tað snýr seg um samhaldsfesti.

Sum áður sagt, er Fámjinstunnilin raðfestur og Hvalbiartunnilin er í gongd. Venda okur borðið, og brúk tína nøs og politikk sum vingliskøltur fyri stórkapitalin, fáa okur her suðuri akkurát onki! Tað mótsetta av salgorðinum!

Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins

Facebook viðmerkingar