Eins og undanfarin ár hava ung í Vágs kommunu í summar havt møguleikan at gerast partur av skipanini við Ung í arbeiði. Umleið 30 ung luttóku í skipanini í summar og var tað sjón fyri søgn, at tey vóru ómetaliga røsk og fingu sera nógv frá hondini, tær virkurnar, tey vóru í arbeiði.
Ung í arbeiði er ein góður møguleiki hjá ungum at vinna sær nøkur oyri í summarfrítíðini, samstundis sum tey fáa nakrar arbeiðsroyndir. Og við tað at arbeiðið m.a. fevnir um fríðkan kring um í kommununi, so er hetta eisini við til at gera tey ungu varug við, at tey eisini eiga eina ábyrgd, tá umræður at halda býin reinan og fara væl um okkara felags ogn og økir.
Vit eru sera fegin um at tað skipanin við ungum í arbeiði aftur í summar hevur eydnast sera væl og fara vit at takka teimum ungu fyri teirra megnararbeiði og ynskja teimum framhaldandi gott summar.
Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, www.vagur.fo, eru fleiri myndir.
Facebook viðmerkingar