Kortlegging við dronum í Sumba

Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.

Flogið verður í Sumba í tíðarskeiðnum 8. juli til 27. juli 2019.

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar uml. 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data. Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur vanliga frá 30 min. til 2 tímar at flúgva eina bygd.

Løgreglan er kunnað um flúgvingina.

Dronurnar eru úr løttum og haldførum tilfarið og viga beint undir 1,5 kg.
Eru spruningar til dronuflúgving, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við Umhvørvisstovuna á tlf. 342400 ella teldupost us@us.fo.

Facebook viðmerkingar