Sluppin Johanna TG 326 fer í annaðkvøld av Vági við kós ímóti Vestmannaoyggjunum. Í vikuskiftinum eru Tjóðardagar í Vestmannaoyggjunum og er talan um stóra stóra stevnu við mentanartiltøkum, tónleiki og øðrum.
Hesar dagarnar, tá Tjóðardagar eru, vitja nógv fólk í Vestmannaoyggjunum – og millum gestirnar í ár verða ferðandi, sum fara við sluppini Johannu. Skipari verður Hans í Líðini.
Facebook viðmerkingar