Rógvi Nybo úr Hósvík stillar upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið.
– Fyri meg er valið sera einfalt. Eg vil seta ferð á alneyðugu grønu kollveltingina, og skapa eitt javnari og meira samanhangandi samfelag. Eitt samfelag har vit hava betri tíð til familjulívið, meira rúm og tíð til menning á dagstovnaøkinum, og har vit hava betri tíð til umsorgan á eldraøkinum. So eri eg eisini sannførdur um, at vit sum tjóð skulu standa á egnum beinum, búskaparliga, fyrisitingarliga og í felagsskapi við allan heimin. Hetta eru stór tøk, sum krevja dirvi og vilja til at taka stórar avgerðir. Tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi, sigur Rógvi Nybo.
Rógvi er 30 ára gamal og hevur útbúgving í stjórnmálafrøði úr Keypmannahavn. Hann hevur longu nú drúgvar arbeiðsroyndir í politikki sum politiskur ráðgevi, skrivari í Fólkatinginum og aðalskrivari hjá politiskum bólki í Norðurlandaráðnum. Í dag starvast Rógvi sum samskipari av kommunuætlanini hjá Tórshavnar kommunu.
Facebook viðmerkingar