Seinasti liður í eini langari orrustu um Fiskivinnunýskipanina er, at pelagisk reiðarí siga, at fiskivinnunýskipanin ger tað trupult at skapa nóg stór avlop til at gera íløgur. Hetta undrar, tí samstundis kann staðfestast, at pelagiski flotin í 2018 fiskaði fyri 1,22 milliard kr. meiri enn flotin fiskaði fyri í 2009. Og staðfestast kann eisini, at summi reiðarí skapa stór avlop, meðan onnur av onkrari orsøk einki hava á botnlinjuni, hóast avreiðingarvirði fyri hundraðtals milliónir kr.
Pelagiska tilfeingi frá lítlum til óvanliga nógv
Í 2009 var nýggj politisk dagsskrá sett á fiskivinnuøkinum, m.a. stuðla av hagtalsgrundarlagi, sum Árni M. Dam á Norðskála, sum tá var í leiðsluni í Reiðarafelagnum, legði fram. Við hagtølunum sum grundarlag fóru Føroyar, við Jacob Vestergaard í Fiskimálaráðnum, stuðlaður av Løgtinginum, undir at krevja størri partur av pelagiska tilfeinginum, sum ferðaist gjøgnum føroysk sjóøkið – fyrst makrel, síðani eisini sild og svartkjaft. -Og síðani hetta hevur tað verið ein týðandi partur av politisku dagsskránni í Fiskimálaráðnum at stríðast fyri størri fiskirættindum bæði í mun til ferðandi fiskastovnar í føroyskum sjógvi og fiskirættindi í fremmandum sjógvi.
Tá málið varð tikið upp á politiskum stigi og tað var greitt, at eitt stríð fór at standast við hini strandalondini um føroyska kravið um størri part av makrelinum, kom Felagið Nótaskip í 2009 við áheitan á Landsstýrið og Løgtingið um ikki at fara út í hetta stríð.
Í 2009 fiskaðu nóta- og ídnaðarskipini tilsamans umleið 163.538 tons
- 88.269 tons av sild
- 14.777 tons av makreli
- 56.449 tons av svartkjafti
- Og nøkur túsund tons vóru annað fiskaslag
Avreiðingarvirði var tilsamans 436 mió. kr.
Uttan at kenna detaljurnar aftanfyri áheitanina hjá Felagnum Nótaskip, so er lítið at ivast í, at ein týðandi partur av orsøkini til skrivið frá Felagnum Nótaskip var:
- At man var nøgdur við verandi støðið á kvotunum í 2008/2009
- At man var nøgdur við avreiðingarvirði av pelagiska tilfeinginum tá
- Og at man var nøgdur við árliga avlopið, sum pelagisku kvoturnar tá góvu skipum og reiðaríum, sum Felagið Nótaskip umboðaði
Politiski myndugleikin tók í 2009 ikki til eftirtektar áheitanina frá Felagnum Nótaskip og ásettu í 2010 Føroyum størri kvotu av makreli. -Og síðani hava Føroyar ár um ár gjørt krav um og samrátt seg fram til størri pelagiskar kvotur og ein vøkstur í kvotum á øðrum fiskasløgum í fremmandum sjógvi. Hetta hevur ført við sær at serliga pelagiska tilfeingi seinastu árini er økt heilt óvanliga nógv í mun til støðuna 2009.
Fiskivinnunýskipan, tilfeingisgjøld og uppboðssøla
Annar partur av hesari søguni byrjaði í 2007, tá táverandi loyvir í føroysku fiskivinnu við Bjørn Kalsø í Fiskimálaráðnum á odda vórðu uppsøgd, m.a. tí ivi var um, hvørt fiskitilfeingi var ogn Føroya fólks ella var ogn hjá privatum reiðaríum.
Hóast tað síðani 2007 hevur verið greitt, at ein nýggj fiskivinnuskipan skuldi gerast, so vórðu tó ikki tikin politisk stig til at gera eina nýskipan, ikki fyrr enn í sept. 2015, tá hetta samgonguskeiðið byrjaði.
Eftir drúgt fyrireikingararbeiðið, nógvan orðadrátt og politiskt stríð, varð Fiskivinnunýskipanin samtykt í Løgtinginum í des. 2017.
Í mun til “gomlu skipanina”, so loyvir nýggja skipanin m.a. nýggjum aktørum framat pelagiska tilfeinginum og framat tilfeinginum í Barentshavinum, hetta umvegis uppboðssølur. Uppboðssølan var tó ikki heilt ókend, tí í 2011, undir sokallaðu Makrelsamgonguni, við Johan Dahl í Fiskimálaráðnum, varð uppboðssøla roynd á fyrsta sinni.
Á pelagiska økinum eru harumframt komnar menningarkvotur, sum geva nýggjum aktørum møguleikan at skapa økt virksemi kring landið.
Fiskivinnunýskipanin hevur eisini innbygt eina skipan við tilfeingisgjøldum. Skipanin við tilfeingisgjøldum er heldur ikki nýggj, tí eisini tilfeingisgjøld komu fyrstu ferð á breddan undir Makrelsamgonguni í 2011.
Í dag taka at kalla allir flokkar á Løgtingi undir við tilfeingisgjøldum, eins og partar av vinnuni siga seg gera tað.
Uppboðssølan og tilfeingisgjøldini føra við sær, at nýggj gjøld er áløgd fiskivinnuni, sum ikki hava verið undir gomlu skipanini. Hetta merkir eisini, at skip, sum fiska av føroyska pelagiska tilfeinginum (og í Barentshavinum) rinda eitt ávíst gjald til landskassan fyri at hava rættin at gagnnýta okkara felags tilfeingi í havinum.
Støðan í 2018 samanborið við 2009
Í 2009 fiskaðu nóta- og ídnaðarskipini tilsamans 163.538 tons, meðan nøgdirnar í 2018 vóru tilsamans 533.635 tons.
- 87.867 tons av sild
- 78.238 tons av makreli
- 353.411 tons av svartkjafti
- Og nøkur túsund tons vóru annað fiskaslag
Avreiðingarvirði var tilsamans 1,657 milliardir kr. ímóti 436 mió. kr. í 2009.
Í 2018 fiskaðu stóru pelagisku reiðaríini (sum eisini vóru virkin í 2009) umleið 496.000 tons (til eitt avreiðingarvirði á 1,565 milliardir kr.). Nøgdirnar hjá stóru pelagisku reiðaríunum vóru sostatt í 2018 tríggjar ferðir so stórar sum í 2009.
Nú roknskapirnar fyri 2018 eru vorðnir almennir – eftir at Fiskivinnunýskipanin hevur virkað í 1 ár – hava nøkur reiðarí verið frammi við atfinningum av Fiskivinnunýskipanini. Víst hevur m.a. verið á, at Fiskivinnunýskipanin ger tað trupult at skapa nøktandi avlop.
Fara vit aftur til 2009, so tóktist pelagisku reiðaríni, sum sótu við borðið hjá Felagnum Nótaskip, tá at verða nøgd við kvoturnar, nøgd við avreiðingarvirði og við tilhoyrandi avlop, sum tey tá høvdu. Men í 2018 eru nøkur reiðarí ikki nøgd við støðuna – eisini hóast nøgdirnar eru fleirfaldaðar síðan 2009.
Til dømis hava JFK verið frammi við viðmerkingum seinasta mánaðin – og JFK fiskaði einsamalt í 2018 nærum somu nøgdir av pelagiskum fiski sum allir nóta- og ídnaðarflotin gjørdi í 2009:
- Øll nóta og ídnaðarskipini fiskaðu í 2009 tilsamans 163.539 tons til eitt avreiðingarvirði á umleið 436 mió. kr.
- Í 2009 fiskaði JFK tilsamans 16.707 tons til eitt avreiðingarvirði á umleið 30 mió. kr.
- Í 2018 fiskaðu JFK tilsamans 150.930 tons til eitt avreiðingarvirði á umleið 310 mió. kr.
Samlaða avreiðingarvirði av pelagiska tilfeinginum var í 2018 umleið 1,657 milliardir kr., ella 1,221 milliardir kr. størri enn í 2009. Tey stóru reiðaríini, sum vóru virkin í 2009, fiskaðu í 2018 umleið 1,565 milliardir kr. av samlaða avreiðingarvirðinum, svarandi til góð 94%.
Í 2018 rindaðu nóta- og ídnaðarskipini 303 mió. kr. í tilfeingisgjøldum og uppboðssølumgjøldum. Verða hesi gjøld trekt frá avreiðingarvirðinum av pelagisku fiskasløgunum í 2018, so er framvegis talan um eitt sera stórt virði, tí eftir tilfeingis- og uppboðssølugjøld fiskaðu nóta- og ídnaðarskipini fyri umleið 1,354 milliardir kr.
Í 2018 fiskaðu tey 11 skipini hjá teimum stóru pelagisku reiðaríunum fyri millum 77 og 224 mió. kr. hvørt. Í miðal fiskaðu skipini fyri umleið 140 mió. kr. hvørt í 2018. Tvey av skipunum – Næraberg og Tummas T – fiskaðu fyri undir 100 mió. kr. og eitt skip – Norðborg – fiskaði fyri yvir 200 mió. kr.
Júst fiskiskapurin og virkingin umborð á Norðborg er sera spennandi og átti eisini at verði ein fyrimynd hjá øðrum, tí Norðborg fiskaði í 2018 “bert” umleið 30.000 tons, sum er 15-20.000 tons minni enn tey flestu føroysku pelagisku skipini, men avreiðingarvirði hjá Norðborg var í 2018 umleið 224 mió. kr. ella umleið 35 mió. kr. hægri enn hjá “næst-besta” pelagiska skipinum í 2018.
Lítið er at ivast í, at leisturin hjá Norðborg er ein gongd leið hjá pelagisku vinnuni í Føroyum!
Fiskivinnunýskipanin forðar ikki fyri avlopum í pelagisku vinnuni
Tað er rætt, at tilfeingisgjøld og uppboðssølugjøldini seinastu árini eru hækkaði nógv. Men eftir at tilfeingis- og uppboðssølugjøld eru trekt frá avreiðingarvirðinum, so er framvegis talan um eitt sera stórt avreiðingarvirði á 1,354 milliardir kr., samanborið við 436 mió. kr. í 2009 (tá Felagið Nótaskip var nøgt við kvotur, avreiðingarvirði og avlop).
So hóast tilfeingis- og uppboðssølugjøld á 300 mió. kr., so verður fiskað fyri so nógv, at tað sjálvandi eigur at verða rúm fyri at skapa munandi avlop – og er hetta eisini tað, sum fleiri av pelagisku reiðaríunum prógva.
Spyrjast kann so, hví summi av føroysku pelagisku reiðaríunum ikki megna at skapa munandi avlop, tá tey fiska fyri 100-tals mió. kr. um árið, meðan onnur pelagisk reiðarí í Føroyum megna at skap munandi avlop ?
Lýtir kunnu tillagast
Tá ein nýggj skipan verður sett í verk, antin talan er um fiskivinnunýskipan ella aðra nýskipan, so vilja tað í nógvum førum verða lýtir, sum skulu ella kunnu tillagast, soleiðis er tað helst eisini við fiskivinnunýskipanini – og eigur hetta ikki at yvirraska nakran.
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar