Eftir eitt kappingarár uttan hondbólt í bestu kvinnudeildini í Vágs Høll, er nú greitt, at VB-kvinnurnar komandi kappingar ár aftur fara at spæla í bestu kvinnudeildini, hetta váttar Bogi Mortensen, formaður í VB, fyri Suðuroyarportalinum.
VB vann á vári 2018 bronsu-medaljuna í bestu kvinnudeildini í hondbólti, men av tí at tað gjørdist trupult at manna lið, tí fleiri leikarar fluttu av landinum, samstundis sum fleiri góvust vegna aldur, so valdi VB at taka ein steðg í bestu kvinnudeildini.
Men nú er so greitt, at VB aftur fer at spæla í bestu kvinnudeildini.
Danskur venjari
Í februar setti VB 21 ára gamla Martin Skarnvad sum høvuðsvenjara. Martin er nú komin til Vágs og fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru farnar ígongd.
Facebook viðmerkingar