– Eg havi tikið støðu til at satsa fult og heilt upp á løgtingsvalið, og tí havi eg eisini tikið avgerð um, at ikki stilla upp aftur til kommunuvalið, sigur Jóhan Christiansen.
– Tað hevur heilt vist mangla eitt tjóðveldisumboð á tingið seinastu setuna, sum kann umboða Eysturoynna. Tí tað er umráðandi fyri okkum at hava umboðan her, sum ein stórur partur av framleiðsluni hjá føroyingum liggur, sigur Jóhan Christiansen.
Tí vónar hann, at fólk fara at stuðla honum ella einum øðrum valevni hjá Tjóðveldi í Eysturoynni til komandi løgtingsval.
Jóhan Christiansen er 41 ára gamal, er úr Leirvík, útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hann varð valdur fyrstu ferð á kommunuvalinum 1. januar 2005, og hevur verið borgarstjóri í Eysturkommunu í skjótt 11 ár, umframt at hann hevur millum annað virkað sum fíggjarleiðari á Høvdavirkinum í Leirvík.
Facebook viðmerkingar