Beinta Løwe stillar upp fyri Tjóðveldi

Føroyar skulu vera fyri øll, og ikki bert fyri tey útvaldu. Tá má bera til at liva av einari vanligari løn, sigur Beinta Løwe, sum stillar upp fyri Tjóðveldi.

Seinastu árini eru vit blivin fleiri, ríkari og fjølbroyttari. Tað gongur sera væl í Føroyum, og tann vælferðin skal merkjast hjá tí vanliga fólkinum. Tí Føroyar mugu vera eitt stað, har tað ber til at liva av tínari løn – sama um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur ella flakakvinna. Øll fólk skulu merkja, at tað gongur væl í Føroyum, sigur Beinta Løwe.

Eg stilli upp fyri Tjóðveldi, fyri at gera mun fyri vanlig fólk, sigur Beinta Løwe.

Norðoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað Beintu Løwe upp til løgtingsvalið komandi. Beinta Løwe er úr Klaksvík, er 44 ára gomul, útbúgvin journalistur og er undirvísari og fríyrkisjournalistur.

Facebook viðmerkingar