Rúsevnistrupulleikin takast í størri álvara.

Seinastu árini er nógv broytt á rúsevnis økinum. Minni verður drukkið, og er tað at gleðast um. Tó økist mongdin av ólógligum rúsevnum sum smuglað verða inn í landið. Av tí at landið er so lítið, og ymiskt er, hvat er á marknaðinum, fáa vit í Føroyum oftast blandingsmisnýtarar. Er ikki títt drøgg at fáa, so fert tú eftur tí næsta. Sakt verður at tað tekur í miðal 20 ár at útvikla alkoholismu. 10 ár fyri hash, og alt frá einum degi, tá tað eru ókend rúsevnir, sum vit ikki kenna ella vita hvat tey innihalda. Nógv foreldur koma sera illa fyri, tá tey uppdaga at teirra allarkærasta, er fallið fyri misnýtslu. Maktaloysi ger seg galdandi, og familjan stendur fyri hóttafalli. Tey vanligu avrúsingartilboðini, sum vit kenna, fáa sítt fyri tá hesi neyðars menniskju koma inn og skulu avrúsast, fyri síðani at uppbýggjast aftur.

Eftir nøkrum árum í misbrúki, og evnini at passa eitt arbeiði minka skal misbrúkið onkursvegna fíggjast, og tað er tá, at víðarisølan byrjar. Tá dugur ikki longur at siga, at vit vita hvørji tey eru, og tað er bert til eginnýtslu ikki meira.

Hettar er í tí stilla og dulda blivin ein vinna, hvar tey sum standa aftanfyri, eru púrasta eirindaleys. Alt verður dult sum mansmorð, og stórt trýst verður lagt á tey neyðars menniskju, sum eru fangað í misnýtsluni. Okkara góða heilsuverk (uttan at vita tað), er ein stórveitari av ymiskum evnum, sum síðani verða misnýtt. Strammast má upp viðvíkjandi reseptum, sum útskrivaðar verða. Tollvaldið má styrkjast við fleiri hundum. Alt flótandi stál, føroyskt sum útlendsk, sum kemur uttanlanda frá, má kannast væl og virðiliga. Eg kann nevna at her í Panama, har eg eri staddur við skipi beint nú, eru ikki minni enn tveir hundar umborð alla tíðina meðan skipið liggur við brýggju. Eftirlitið má herðast so hesi rúsevni blíva steðgað aðrenn tey koma inn í landið og oyðileggja okkara fólk. Tá tey ólógligu og skaðeligu rúsevnini fyrst eru komin inn í landið, er ógvuliga trupult hjá løgregluni at gera nakað munagott. Avleiðingarnar fyri misnýtaran, avvarandi familjur okkara land eru ovurhonds stórar.

Hettar er ein víttfevnadi trupulleiki og setast má inn á fleiri økjum. Upplýsast má í skúlum um vandarnar við rúsevnum. Foreldur mugu tora at tosa við síni børn um hesi viðurskifti. Harumframt skulu verandi viðgerðartilboð styrkjast

Hettar vil eg arbeiða fyri á tingi, verið eg valdur.

Frits Strøm, vælevni fyri Fólkaflokkin.

Facebook viðmerkingar