NØKUR PLÁSS ERU TØK Í HEILSUHJÁLPARA-ÚTBÚGVINGINI Í AUGUST 2019!

Um tú ynskir skjótt í gongd við eina gevandi útbúgving, har tað er lætt at fáa starv og har tú mennir teg persónliga og fakliga, er møguleiki at søkja um at byrja 26. august 2019.

Tú ert 2 ferðir í skúla í Suðuroy og annars 2 ferðir í starvsvenjing runt landið, í teir 15 mánaðarnar útbúgvingin varar. Les um peningalig viðurskifti og onnur sum arbeiða í starvinum v.m. á www.heilsuskulin.fo

Útbúgvingin byrjar 2 ferðir árliga, í januar og í august, tí eru viðhvørt einstøk pláss tøk. Fjarundirvísing er partur av útbúgvingini, umleið einaferð um vikuna.

Krav um upptøku: 9. flokkkur og eitt ár við onkrum arbeiði ella 10. flokkur.

Um tú hevur arbeiðsroyndir, kanst tú verða frítikin fyri eina starvsvenjing og arbeiða hetta tíðarskeið. Send umsókn frá heimamsíðuni og teldupost til heilsuskulin@skulin.fo skjótast gjørligt.

Facebook viðmerkingar