Sunnudagin tekur TB ímóti Skála á heimavølli við Stórá. Talan er um spennandi dyst um 6. plássið í Betri-deildini.
Skála er í løtuni á 6. plássi við 21 stigum, meðan TB á 7. plássi hevur 18 stig. Við einum heimasigri kann TB koma ájavnt í stigum við Skála, sum tó hevur betri málmun enn TB.
Frá 6. plássi upp til 5. pláss er eitt hampiligt lop, tí á 5. plássi er HB við 34 stigum – og so eru tað bara 4 stig upp til KÍ á 1. plássi.
Facebook viðmerkingar