Heldur Javnaðarflokkurin ikki, at Suðuroyingar skulu hava fast samband?

Sambært einum fløkjustampi av einum video, sum Sjúrður Skaale hevur lagt út, tosar hann um alt tað sum Fólkaflokkurin lovar veljarum sínum.

Eitt dømi er, at Fólkaflokkurin sigur, at so skjótt sum Sandoyartunnilin er liðugur, skal fast samband gerast við Suðuroynna. Hetta heldur hann verða burturvið, tí pengarnir ikki eru til staðar. 

Ein arbeiðsbólkur settur av Samferðslumálaráðnum hevur lagt fram, at tað kostar tað sama at byggja nýggjan Suðuroyartunnil, sum tað kostar at keypa nýggjan Smyril og fíggja raksturin av honum yvir 18 ár. Er hetta ikki gongda leiðin? Ella heldur javnaðarflokkurin, at tað er betri at keypa eitt nýtt skip til ferðasambandi til Suðuroyar um 10 ár,  og gloyma undirsjóvartunnilin?. 

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um ójavna. Samgongan sigur at ójavnin er minkaður, sjálvt um fakfólk á hagstovuni siga tað øvugta. 

Ein annar partur í ójavnanum er sethúsaprísir. Hyggja vit eftir hagtølum hjá Betri fyri seldar ognir síggja vit,  at vøksturin í húsaprísum er sera ymiskur frá høvuðstaðnum, størri bygdum og smærri bygdum. Og fylgir man eitt sindur við, so eru sethúsaprísirnir lágir relativt har onki fast samband er við meginlandið.  At fólk á meginøkinum kunnu uppliva sethúsaprísir sum eru hækkaðir eini 30-40% seinastu 5 árini, er at gleðast um. Men tað er ikki at frøðast um, at økini í útjaðaranum ikki fáa lut í hesi hækking.

Útbygging av samferðslukervinum ger, at øll fáa part av framgongdini – hygg bara har fast samband er komið seinastu 15 árini.  Eisini hoyra vit nú um, at á Sandoynni er eftirspurningurin hækkandi og prísurin við.

Tí skal Suðuroyartunnilin á breddan og gerast, so skjótt sum Sandoyartunnilin er liðugt borðaður. Tað er ikki ein spurningur um fígging, um sama upphædd skal setast av allíkavæl til sjóvegis samband. Og tað er tað eg haldi meg til í hesum føri.


Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið

Facebook viðmerkingar