Gongdin í Føroyum (sæð undir einum) hevur seinastu árini verið heilt óvanliga góð. Búskaparvøkstur hjá landi og kommunum, fólkavøkstur, inntøkuvøkstur, óvanliga nógv vinnuligt virksemi, onki arbeiðsloysi, óvanligur inntøkuvøkstur hjá fólki og kommununum – hevur merkt gongdina í at kalla øllum Føroyum. Undantikið í Suðuroynni.
Suðuroyggin hevur ikki havt somu gongd sum restina av landinum.
– Inntøkuvøksturin hjá kommununum kann ikki samanberast við restina av landinum.
– Inntøkurnar hjá borgarum í Suðuroynni er væl lægri enn í restina av landinum.
– Arbeiðsloysi er størri enn aðrastaðni.
– Gongdin í fólkatalinum kann ikki samanberast við restina av landinum.
– Aldurs- og kynsbýtið í Suðuroynni er skeiklað. Talið av eldri økist, talið av børnum minkar og ung flyta ikki aftur eftir lokna útbúgving.
Kommunurnar í Suðuroynni tóku í 2017 stig til at seta orð á avbjóðingarnar og komu í mai 2018 við uppskotum um átøkum fyri at skunda undir menning í Suðuroynni.
Komandi vikurnar fram til Løgtingsvalið fer Suðuroyarportalurin at senda politisku flokkunum fyrispurning um at seta orð á hvussu flokkarnir ætla at virka fyri menning í Suðuroynni.
Leggjast kann afturat, at álitið um Menningarátøk í Suðuroynni er her:
Facebook viðmerkingar