Tað liggur ein serlig skilda á okkum fólkavaldu at vera rødd teirra, sum ofta ikki megna at gera vart við seg. Eitt av mínum hjartamálum á psykiatriska økinum var tí at fáa økispsykiatriina útbygda til at røkka kring landið alt. Og tað er ein sera góð kensla, nú tað málið er rokkið.
Vágarnar, Sandoyggin, Skúvoyggin og Suðuroyggin høvdu onga økispsykiatri, men nú kunnu fólk í hesum oyggjum eisini fáa hjálp frá økispsykiatriini.
Økispsykiatriin veitir tænastu til heimabúgvandi fólk við sálarsjúku. Hetta kann bæði minka um innleggingar og geva størri tryggleika og lívsgóðsku til fólk, tí at hjálp og viðgerð er á staðnum. Í mongum førum røkkur økispsykiatriin fólkum, sum lítla ella onga tænastu fingu frammanundan.
Sálarsjúka hevur verið merkt av tabu og stigmatisering. Tað hevur óivað eisini gjørt, at fólk hava hildið seg aftur við at søkja sær hjálp. Hetta er tíbetur við at broytast. Opinleikin er størri og arbeitt verður miðvíst við at javnseta sálarheilsuna við likamligu heilsuna. Tað má vera líka so nattúrligt at søkja sær hjálp fyri sálarsjúku, sum tá man hevur brotið beinið.
Vit vita av royndum, at fólk við sálarsjúku kunnu hava trupult við at leita sær hjálp og eisini trupult við at ferðast langan veg at fáa sær hjálp. Tí er tað so avgerandi neyðugt við hjálp í nærumhvørvinum.
Nú vit hava fingið økispsykiatri kring landið alt, eigur næsta mál at vera at víðka um tilboðið. Vit eiga nú at fara undir eina tilgongd, har tænastan verður tøk størri part av døgninum, og longra málið má vera, at vit fáa eina skipan við døgnrøkt.
Hesum fari eg at virka fyri, fái eg møguleika til tess.
Sirið Stenberg, Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar