Týskvøldið kl. 21 verður móttøka fyri Róland Toftum í Páls Høll.
Róland vann sum kunnugt 2 gullmerkir og eina bronsu við Oyggjaleikunum á Gibraltar, har Róland eisini setti tvey føroysk met.
Eftir Oyggjaleikirnar fóru Susvim-svimjarar á venjingarlegu í Portugal og komir ferðalagið hjá Susvim aftur til Føroyar týsdagin.
Týskvøldið skipa Vágs kommuna og Susvim fyri móttøku av Róland Toftum í Páls Høll frá kl. 21. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar