38 næmingar fyrsta skúladag á Ítróttaháskúlanum

Hóast fólkaskúlarnir ikki byrja fyrr enn í næstu viku, so var fyrsti skúladagur í dag á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Til hetta heystskeiðið, sum gongur fram til mánaðarskiftið november/desember eru 38 næmingar á Ítróttaháskúlanum.

Av teimum 38 næmingunum eru 24 dreingur og 14 gentur, og næmingarnar eru í 17-18 ára aldri.

Flestu næmingarnar eru úr Føroyum, men eins og undanfarin skeið eru eisini nakrir útlendingar – og á hesum skeiðnum eru 6 næmingar úr Danmark

Fyrsti dagurin eydnaðist sera væl, sigur Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, og nú verður farið undir samansjóðingarvikuna, har sum vant verður farið ein túr eftir oynni í Suðuroynni í tveir dagar.

Facebook viðmerkingar