TB javnleik í Fuglafirði

TB spældi 1-1 ímóti ÍF í Fuglafirði sunnudagin. Eirikur Ellendersen legði TB á odda 1-0 í 26. minutti, men Gundur Petersen javnaði í 38. minutti.

Úrslitið broytir ikki stórvegis uppá stigatalvinum hjá báðum liðunum. TB er framvegis á 7. plássi, nú við 19 stigum, meðan ÍF er á 10. plássi við 6 stigum.

Sunnudagin tekur TB ímóti AB við Stórá.

Facebook viðmerkingar