VB-VÍF sunnudagin kl. 15

Sunnudagin byrjar hondbóltsárið og VB tekur ímóti VÍF í Vágs Høll kl. 15.

Nú kappingarárið byrjar hevur Bogi Mortensen, formaður í VB, hesa heilsan á VB-facebook vanganum:

Góðu VB´arar.

Eftir eitt ár í næstbestu kvinnudeildini í hondbólti, er VB aftur við í bestu kvinnudeildini nevnd SMS-deildin.

VB hevur ásannað, at um felagið framhaldandi skal menna ungu leikararnar, er neyðugt at vera við í bestu deildini. Tað er umráðandi, at ungir leikarar hava fyrimyndir, og okkurt at hyggja fram ímóti.

Í løtuni hevur VB 6-7 ungar leikarar sum seinastu 1-3 árini hava nátt aldri til bestu deildina. Og fyri at menna hesar, umframt at tær sum eru upp aftur yngri hava nakað at síggja fram til, hevur VB tikið avgerð um at vera við í bestu kvinnudeildini komandi kappingarár.

Málið er fyrst og fremst menning av ungum leikarum og at skapa eitt gott umhvørvið rundanum hondbóltin í Vági.

Á liðinum eru eisini nakrir royndir VB leikarar umframt nakrir útlendskir leikarar.

VB hevur altíð fingið dyggan stuðul serliga úr Vági, men eisini úr Suðuroynni annars.

Vónandi verður hetta eisini galdandi nú nýtt kappingarár byrjar sunnudagin 15/9.

Sunnudagin klokkan 15 spælir VB í Vágshøll ímóti VÍF. Góðan dyst.

Facebook viðmerkingar