Oyggja-seyðasýning í Vági leygardagin

Leygardagin 2. november verður Oyggja-seyðasýningin í Vági.

Oyggja-seyðasýningin verður hildin á havnaøkinum í Vági (har sum Løðhamar helt til). Sýningin byrjar stundisliga kl. 10.00, har vit fyrst sýna veturgamlar veðrar – síðani verða eldri veðrar sýnaðir.
Kl. 13.00 sýna vit hagalombini og eftir hettar sýna vit traðarlombini.

Luttøkugjaldið er 100 kr. pr. seyð.

Tikið verður móti seyðinum ½ tíma áðrenn sýningin byrjar.

Aftaná sýningina verður kaffi og suppa, at fáa í arbeiðsmannafelags húsinum “Framtíðin”, har steypini eisini verða handaði, eigarunum av vinnandi seyðunum.

Vælkomin.
Seyðasýningin í Vági.

Facebook viðmerkingar