Fyrilestur í Miðlatúni: Góðsking (foredling) av menniskjanum fyrr og nú

Almennur, ókeypis fyrilestur frá Aarhus Universiteti verður stroymdur beinleiðis á Vágs býarbókasavni í Miðlatúni í Vági. Byrjað verður kl. 18, fyrilesturin tekur 2 tímar.

Ein kaffipausa er eftir uml. ein tíma.

Tað er professarii i zoofysiologi Tobias Wang, ið heldur fyrilesturin.

Í byrjanini av 1900-talinum spældu lívfrøðivísindini ein týðandi leiklut í sambandi við arvareinføri og ættarrøkt (eugenik). Í dag skapa genterapi og genetiskar royndir etiskar tvístøður – til dømis tá ið vit gerast sjúk, eru avvarandi, fáa børn ella frávelja at fáa tey.

Facebook viðmerkingar