Elma Næs Mortansdóttir helt Pisurøðuna í Suðuroynni

Pisurøða 2020

Góðu studentar, lærarar, foreldur. Góðu øll somul!

Enn einaferð hjartaliga vælkomin á pisufund í hesu vøkru summartíð. Vanliga plagar pisufundurin at vera partur av jóansøkuskránni, men soleiðis er ikki í ár, tí øll høvdu vit ikki fingið húgvuna á jóansøku. Tí savnast vit her í dag.

Eg fari at byrja við at lesa sigandi yrkingina “Spor” hjá Steinbjørn B. Jocobsen:

“Hvørt stigið spor á rás
Er varði og lýsandi viti”

Í trý ár hava vit gingið á student, og í dag standa vit so her, nýklaktar pisur klárar at fara á flog.

“Lærdómur er lættur at bera”, sigur orðatakið, og í Føroyum eru vit so heppin at hava góðar og fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar – ein skúlaleið er til okkum øll. Vit hava m.a. tekniska skúla, vinnuháskúlan, ymiskar miðnámsskúlar, víðari útbúgvingar á Glasi, Føroya Fróðskaparsetur og heilsuskúlan. Vit hava eitt vælfeðarsamfelag, sum eggjar okkum at læra, at menna okkum og at finna okkum eina yrkisleið. Vit pisur, sum standa her í dag, valdu at ganga á miðnámsskúlan í Suðuroy. Og í dag standa vit við einum prógvi, sum kann nýtast á so mangan hátt. Summi fara beina leið til víðari lesnað, onnur fara at fáa sær arbeiðsroyndir.

Miðnámsskúlaárini hava verið fyri okkum øll ein sera góð tíð. Í hesum tíðarskeiði eru vit ment og broytt. Vit hava møtt sera nógvum ymiskum menniskjum – lærarum og næmingum, ið onkursvegna hava ávirkað okkum, fingið okkum at hugsa, flutt okkum og myndað okkum. Vit hava ment okkum fakliga, lært um nýggj hugtøk og evni, og vit hava knýtt sambond, sum í dag hava stóran týdning. Í hesum tíðarskeiði hava fleiri av okkum atkvøtt fyri fyrstu ferð og harvið tikið virknan lut í fólkaræðinum – og tey flestu av okkum hava eisini fingið koyrikort.

Í trý ár hava vit verið partur av felagsskapinum í Grønadali, og hvør einstakur av okkum eigur lut í hesum felagsskapi. Her standa vit so – í flokk og og rað. Sagt verður, at vit eru floygdar pisur – ávegis av eggini út í lívið.

Í bókini “Den etiske fordring” skrivar teologurin og heimspekingurin K.E. Løgstrup:

“Den enkelte har aldrig med et andet menneske at gøre, uden at han holder noget af dets liv i sin hånd.”

Tað merkir, at vit ikki standa her hvør fyri seg – vit eru saman og mugu ansa, hvussu vit smitta hvønn annan. Tað hava vit hoyrt so nógv um í seinastuni, men – nú tosi eg ikki um korona. Kanska hugsa vit ikki so nógv um, hvussu nógv vit á allan hátt ávirka hvør annan.

Vit kunnu smitta hvønn annan við gleði – ja, og eisini við líkasælu.

Vit hava sostatt altíð eitt petti av lívssøguni hjá einum øðrum menniskja í okkara hondum.

Jú, vit siga, at lærdómur er lættur at bera – men er tað nú so?

Lærdómur og vitan merkir, at sjónarringur okkara røkkur ymsar leiðir út í heimin.
Lærdómur og vitan merkir eisini, at vit kenna eina ábyrgd.
Lærdómur og vitan merkir, at vit megna at orða spurningar viðvíkjandi ábyrgd okkara í heiminum.

Í dagsins samfelag liva vit á tann hátt, at vit altíð fáa nýggj tíðindi og nýggja kunning. Tað er okkurt nýtt hvønn dag, fleiri ferðir um dagin, sum vit skulu taka støðu til – og læra. Black lives matter, veðurlagsbroytingar, flugur í Havn, flóttafólk, bústaðarneyð, dálking og meiri afturat. Heimurin allur er knýttur saman, hetta hava vit serliga kent á okkum seinastu tíðina, og tað hevur ein týdning, at Føroyar og vit eisini taka støðu til hesi mál.

Í hesi løtu eru vit mitt í einum skifti í lívinum. Vit standa á gáttini, og hinumegin gáttina liggur heimurin opin. Á sama hátt sum vit sum ung á ferð inn í vaksnamannalívið eru í menning, so er samefalgið eisini altíð í eini støðugari menning og broyting. Tað eru vit, ið standa á gáttuni til lívið, ið skulu verða við til at menna hetta samfelag. Tað liggur ein ábyrgd á okkara herðum. Fortíðin, saman við okkara medmenniskjum, er við til at mynda okkara persónsmensku. Men framtíðin er, sum áður nevnt, okkara, og stóri spurningurin snýr seg tí um framtíðina. Hvussu fara vit at røkja okkara ábyrgd fyri samfelagnum, og hvussu fara vit harvið at mynda framtíðina?

Fara vit at smitta samfelagið við ábyrgdarkenslu ella líkasælu. Fara vit at seta okkum inn í truplu málini og tosa um tey tungu evnini. Fara vit at vilja at taka ábyrgd.

Lærdómur er ikki bert at finna í eini floksstovu í Grønadali. Vit læra eisini av hvørjum øðrum, serliga gjøgnum kjak og samrøður við menniskju, ið vit ikki eru samd við. Vit læra, tá vit royna eitt hvørt nýtt, síggja eitt hvørt nýtt. Vit byggja eisini víðari á tann lærdóm, sum gjøgnum ættarlið er lagdur niður í okkum.

Tó – hóast okur kunnu læra okkum um øll hugtøk og fyribrigdi í heiminum, so er tað ikki alt, vit vita. Í februar, tá ið vit stríddust við breytaverkætlanir, vistu vit ikki, at alt landið og allur heimurin fór at lukka niður í mars. Í dag er støðan í heiminum ótrygg, og vit kenna, at vit ikki hava kontoll. Heimspekingurin Sokrates sigur: “Alt eg veit, er, at eg onki veit” .

Menniskjað er so viðbrekið og lítið í okkara stóra heimi, og júst í hesum heimi er tað, at vit pisur fara á flog. Vit fara á flog og fara í allar ættir, tó fer menningin úr Grønadali altíð vera okkara felagsnevnari. Tá vit vóru smá sungu foreldur okkara sangin hjá Martin Joensen fyri okkum:

Ábyrgdin á tínum herðum
Gáva frá okkum til tín
Byrða, ið tung er at bera
Ber hana betur enn vit

Ynsikiligt er, at vit fara út í lívið og ansa eftir, hvussu vit ávirka hvønn annan, hvussu vit ávirka samfelagið og hava í huga ábyrgdina, ið liggur á herðum okkara, har vit seta okkum sum mál, at vit bera ábyrgdina sum eina gávu, ið okkum var givin.

Nú er summar, og nú gleða vit okkum bara til at njóta hetta summarið – njóta at vera til.

Gott summar øll somul!

Facebook viðmerkingar