Tekniskeið í Pakkhús 4 á Tvøroyri

Lær teg at tekna saman við Janus Guttesen

Tvey tekniskeið verða í august mánað 2020 frá 3. august til 7. august – í alt fimm dagar 3., 4., 5., 6. og 7. august.
Fyri Børn 9-11 ár og fyri Ung 12 ár og eldri.
Tilmeldingarfreistin er leygardagin 1. august.

Endamál: At læra grundleggjandi tekniførleikar – og annars tekna eftir førleika. lært verður at tekna tað vit ímynda okkum (fantasi) og tað vit kunnu eygleiða. Herundir einfald djór og fólk – og at reintekna við tusj.
Eisini læra vit at tekna einklar lutir, sum vit hyggja eftir.
Umframt felagsuppgávu, verður hvønn dag møguleiki til at tekna tað tú hevur hug til – og at fáa vegleiðing at tekna tað enn betri. Alt eftir tørvi.

Meria kunninga á: https://janusguttesen.fo

Facebook viðmerkingar