Fult umfar í 2. deild leygardagin

Leygardagin er fult umfar í 2. deild, harímillum eisini ein grannauppgerð í Suðuroynni millum TB og Royn. FC Suðuroy skal á útivølli spæla ímóti Víkingi.

Støðan í 2. deild er tann, at Skál er á odda við 24 stigum, meðan EB/Streymur er nr. 2 við 18 stigum, sama stigatal sum FC Suðuroy á 3. plássi.

Royn er á 6. plássi við 13 stigum, meðan TB er á 8. plássi við 10 stigum.

Facebook viðmerkingar