Fólkavøkstur í 21 kommunum – stendur í stað ella minkar í 8

Tíðindi

Hagstova Føroya: Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 247 fólkum, ið er 31% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men her skal minnast til, at í Tórshavnar kommunu búgva 42% av fólkinum, so kommunan fær ein minni part av fólkavøkstrinum enn restin av landinum tilsamans.

Av størri kommununum er annars størsti vøkstur í Klaksvíkar kommunu við 66 fólkum ella 1,3%, ið er eins og landsmiðal. Lutfalsliga var vøksturin serstakliga stórur í Sjóvar og Sørvágs kommunum við ávikavist 6% og 4,6% hvør, og í Porkeris kommunu við 7,2%.

Lutfalsliga størsta minkingin er í Fugloyar, Hovs, Fámjins og Hvalbiar kommunum.

Les eisini meiri her

Facebook viðmerkingar