Fótbóltsskúlin við Stórá

Tíðindi

Fyri 16. ferð skipar TB fyri fótbóltsskúla. Undirtøkan hevur verið góð øll árini og roynt hevur verið at ment skúlan árliga við millum annað útlendskum íblástri.

Skúlin byrjar tann 12. august kl 13:30 (30 min. eftir at Smyril er komin til Tvøroyri) og endar 15. august kl 15:30 (30 min. áðrenn Smyril fer av Tvøroyri).

Tiltakið verður í 4 dagar. Skúlin verður í 3 dagar og 4. dagin verður ein kapping ímillum luttakararnir í teimum ymisku árgangunum. Hvør árgangur verður tilvildarliga býttur í lið. Heiðursmerki verða til øll liðini í aldursbólkunum U7 og U9. Í øllum hinum aldursbólkunum verða heiðursmerki latin til nr. 1, 2 og 3.

Fótbóltsøkið verður á vøllinum við Stórá, ítróttarhøllini, FIFA-vøllinum við skúlan og FIFA- vøllinum hjá FSF.

Sum nakað nýtt í ár verður møguleiki at gista í skúlanum í Trongisvági og um kvøldarnar, kunnu luttakararnir hugna sær við fótbóltsskúlaøkið.

Týskvøldið verður skipað fyri undirhaldi. Millum annað vera ymiskar stuttligar kappingar og barnadiskotek á skránni í skúlagarðinum og í ítróttarhøllini.

Eftirsum Fótbóltsskúlin hevur fingið skúlan til láns til gisting, skuldi tað ligið væl fyri hjá børnum norðanfjørðs at lagt leiðina suður til at fáa íblástur at menna sínar bóltførleikar og til sosiala samveru. Karmarnir í høllini í Trongisvági eru fyrimyndarligir. Útbúnir venjarar og góð hjálparfólk verða eisini til allir aldursbólkar.

Facebook viðmerkingar