Tað er rættiliga fitt av vindi í dag og har ættin er ring kunnu hvirlurnar vera harðar.
Hetta mátti ásannast í Fámjin seinnapartin.
Beint eftir kl 13 vóru boð eftir Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag tí ein tekja var fari í vindinum.
Alt tøkt fólk í Fámjin kom til hjálpar og eisini komu eini 6 mans úr Hvalba til hjálpar.
Ongin býr í húsunum og var úthúsi rættiliga illa fari og helst er tað orðsøkin til at tekjan fór. Og lendi beint áðrenn eini grannahús og gjørdi tí ikki stórvegis skaða frá sær.
Facebook viðmerkingar