Arbeiðsbólkur settur at fyrireika komandi Suðuroyartunnil

Tíðindaskriv Tíðindi

Omanfyri sæst arbeiðsbólkurin saman við Heðini Mortensen, landsstýrismanni (frá vinstru): Armgarð Steinholm, Landsverk; Theresa Kreutzmann, ráðgevi; Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum; Einar Brimnes, verkfrøðingur; Teitur Samuelsen, stjóri; Gudmund Mortensen, vinnulívsmaður; Barbara Thomsen, fulltrúi; Bergur Poulsen, formaður; Ingibjørg Berg, ráðgevi; Tórir Michelsen, Fíggjarmálaráðið.

Samferðslumálaráðið hevur saman við Heðini Mortensen, landsstýrismanni, avgjørt at seta ein arbeiðsbólk, ið skal hava sum arbeiðssetning at kanna og útgreina møguleikar, fyrimunir og vansar fyri at gera ein Suðuroyartunnil frá Sandoynni til Suðuroyar.

Samferðslumálaráðið metir, at tað hevur týdning at gera forkanningar, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum er í gongd, soleiðis at tað eisini í byggitíðarskeiðinum verður gjørligt at meta um møguligar fyrimunir ella vansar at byrja arbeiðið upp á Suðuroyartunnilin.

Arbeiðið at bora ein Suðuroyartunnil er ein stór verkætlan, sum ikki kann setast í gongd fyrr enn allar fortreytir eru uppfyltar. Tí verður arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum eisini at gera kostnaðarmetingar, tíðarætlan og at kanna fíggjarmøguleikar v.m.  

Afturat hesum leggur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, dent á stóra týdningin at fáa kanna møguleikarnar fyri einum Suðuroyartunli skjótast gjørligt, tí at ein tílíkur tunnil fer at hava stóra gagn fyri Suðuroynna sum heild, bæði tá tosað verður um at menna ferðavinnuna og eisini vinnulívið í Suðuroy.

Arbeiðsbólkurin, ið skal fyrireika komandi Suðuroyartunnilin, hevði fund fyrstu ferð í dag tann 8. mars 2019.

Arbeiðið verður mett at verða liðugt áðrenn 1. juni 2019.

Facebook viðmerkingar