Náttúrumargfeldislógin løgd fyri tingið

Sirið Stenberg leggur nú uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni fyri tingið.

“Nú fáa vit endiliga møguleikan at geva føroysku náttúruni ta virðing og vernd, sum hon hevur brúk fyri. Við lógaruppskotinum fáa vit dagførda lóggávu, sum setur greiðar lógarkarmar fyri, hvussu vit umsita og røkja ta føroysku náttúruna við øllum hennara margfeldi.

Ábyrgdin at verja margfeldið í náttúruni liggur hjá okkum øllum. Tí verður arbeiðið at verja margfeldið ein felags ábyrgd tvørtur um geirar. Henda ábyrgdin sæst aftur í lógini,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í viðmerking

Endamálið við lógini er at ansa eftir margfeldinum í náttúruni við burðardyggum brúki og vernd, soleiðis at  náttúran bæði nú og í framtíðini kann vera grundarlag undir virksemi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.

Náttúrumargfeldislógin kemur í staðin fyri partar av náttúrufriðingarlógini frá 1970, men fevnir tó munandi víðari og brýtur í stóran mun upp úr nýggjum.

Fáa meira fjøltáttað amboð at røkja náttúrumargfeldið
Lógaruppskotið leggur upp fyri, at náttúran er broytilig, og at tað krevur ymisk amboð at røkka endamálinum at røkja tað lívfrøðiliga, jarðfrøðiliga og landslagsliga margfeldið í tí føroysku náttúruni.

Uppskotið útvegar tí fleiri nýggj og meira fjøltáttað amboð til at røkka málinum, sum fevna um alt frá strangari vernd til almenn krøv um burðardygt brúk.

Felags mið og meginreglur
Tað er umráðandi, at almennir myndugleikar, sum útinna myndugleika og taka avgerðir, sum ávirka náttúrumargfeldi, draga eina línu. Tí er uppskotið til náttúrumargfeldislóg fyri ein part tvørgangandi.

Í lógaruppskotinum eru ásett nøkur yvirskipað fyrisitingarmið, sum nágreina, hvørjum ið miðast skal eftir, tá ið fyrilit verður havt fyri ávikavist náttúrusløgum og dýra- og plantusløgum.

Somuleiðis verður álagt almennum myndugleikum at hava nakrar umhvørvisrættarligar meginreglur fyri burðardyggum brúki og vernd sum leiðreglur, tá ið teir eftir egnum lógarverki útinna myndugleika og taka avgerðir, sum ávirka náttúrumargfeldi.

Eisini ásetur uppskotið felags reglur fyri veiðu og heysting og felags reglur um fremmandar lívverur.

Fakliga køn náttúrufyrisiting verður skipað
Tað verður Umhvørvisstovan, sum fer at umsita náttúrumargfeldislógina, og í tí sambandi er stovnurin styrktur.

Facebook viðmerkingar