Ann-Mari og Majbritt vunnu 22. umfar í sjavs

Tórskvøldið í farnu viku var 22. umfar í sjavskappingini í VB-húsinum. Og hetta 22. umfarið vunnu Ann-Mari Rubeksdóttur og Majbritt Jacobsen.

Úrslitið av umfarinum:

Nr. 1. Ann-Mari Rubeksdóttur og Majbritt Jacobsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Daniel Pauli Bech og John Jacobsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 1 stig hvør

Úrslitið frá 22. umfari førir við sær, at Birgit Poulsen, Sverri Jacobsen og Páll Lervig eru á ájøvnum 1. plássi við 22 stigum.

Næsta sjavskapping verður í kvøld, tórskvøldið 29. aug. kl. 18.30 og spælt verður vesturi í VB-húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar