Nú er gongd komin á at bora Hvalbiartunnilin, sum verður 2,5 metrar langur. Tað er Articon sum stendur fyri arbeiðinum, sum øllum kostar 272 mió. kr.
Mett verður, at tað tekur umleið 10 mánaðir at bora nýggja Hvalbiartunnilin ígjøgnum og síðani skal vegur o.a. gerast. Tað skal verða koyrandi ígjøgnum nýggja hvalbiartunnilin í 2021
Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.
Fakta um verandi Hvalbiartunnil
Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin.
Facebook viðmerkingar