FC Suðuroy nýggjan sáttmála við høvuðsungdómsvenjaran

Jón Pauli Olsen og Kári í Lágabø

Bæði FC Suðuroy og Jón Pauli Olsen hava verið sera væl nøgd við samstarvið tey seinastu 3 árini.

Okur hava m.a. sett á stovn Fótbóltsakademi Føroya og riggar Akademiið sera væl, har okur útyvir allar venjingar eru við at uppbyggja ein øvilsisbanka við venjingum, tað sama eru okur eisini við at gera í FC Suðuroy.

Okur hava eisini byrja Skúlafótbólt, sum er eitt tiltak fyri allar skúlanæmingar í Føroyum og hevur hettar rigga sera væl.

Jón Pauli varð eisini kosin til ársins venjara, seinast venjarafelagið valdi ársins ungdómsvenjara.

Okur í FC Suðuroy eru sera fegin um at nýggj 3 ára avtala er gjørd við Jón Paula og fara okur hesi komandi árini at lyfta ungdómsfótbóltin í felagnum upp á eitt enn hægri støði.

Facebook viðmerkingar