Seinnapartin varð Merkið vundið í húnarhátt við Sandin, har nýggja næmingaheimið til Ítróttaháskúlan í Suðuroy nú er reist.
Hetta er ein stórur dagur fyri Ítróttaháskúlan og fyri Vág, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, nú næmingaheimið til Ítróttaháskúlan er reist. -Ítróttaháskúlin er ein ótrúlig sólskinssøga bæði fyri nærumhvørvið í Suðuroynni og fyri alt landið, og nú karmarnir hjá Ítróttaháskúlanum verða enn betur, so er eisini grundarlag skapt fyri at enn fleiri næmingar kunnu koma til Vágs á ítróttaháskúla og fáa upplivingar fyri lívið, sigur Dennis Holm.
Tað er Bústaðir, sum letur næmingaheimið byggjað, og byggifyritøkan Norcon byggir næmingaheimið.
Spakin varð annars settur í á hátíðarløtu í apríl í fjør og síðani varð økið planerað og farið varð undir at byggja í august.
Í næmingabústaðinum verður 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.
Ætlanin er, at næmingaheimi skal standa liðugt seint komandi summar og fer hetta at skapa nýggjar spennandi møguleikar fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy.
Fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá Vágs kommunu: www.vagur.fo
Facebook viðmerkingar