Tvøroyrar Kommuna bjóðar til samansjóðingarkvøld fyri tilflytarar, tórskvøldið hin 30. januar 2020, kl. 1830. Tiltakið verður á Seglloftinum og øll eru hjartaliga vælkomin.
Í Tvøroyrar Kommunu eru nógvir borgarar av útlendskum uppruna og er tað kommununar ynski, at hesir borgarar skulu kenna seg vælkomnar í kommununi. Ofta er trupult at finna seg til rættis í einum nýggjum samfelagi, við annaleiðis siðum, mentan og máli, tí skipar kommunan fyri tiltøkum, ið skapa karmar fyri sambandi millum tilflytarar og lokal.
Á kvøldinum er áhugaverd og fjølbroytt skrá. Dánial Gomez, ið hevur røtur í Kolumbia, stendur fyri tónleikaliga innslagnum. Manuel J. Delgado, trúboðari úr Kalifornia, greiður frá um sítt arbeiði og sítt lív í Føroyum. Sam Jacobsen, frá ALS, kemur at greiða frá hvussu tú ger eitt gott lívsrensl/CV. Siri Tórgarð, úr Tórshavnar Kommunu, kemur at greiða frá um “Diversity week” í Tórshavn og hennara arbeiði á integrasjónsøkinum. Heiðrun Hammer hugleiðir um ferðina hjá henni til Libanon, fyri Reyða Kross.
Allir suðuroyingar, bæði tilflytarar OG lokal, eru hjartaliga vælkomin. Ein kaffimunnur og okkurt afturvið, er at fáa. Tiltakið er ókeypis og fyrigongur fyri tað mesta á enskum.
Citizens get-together
The Municipality of Tvøroyri invites everone for a citizens get-together, on Thursday the 30th of January 2020, at 18:30. The event will take place at the “Seglloftið”, and everyone is cincerely welcome.
We hava a lot of foreign citizens in Tvøroyri, and the municipality wants everyone to feel welcome. Moving to a new country/municipality can be a challenge in terms of language, tradition and culture – which is why the municipality on a regular basis tries to host events in order to get newcomers and locals to mingle.
This evening we have an interesting and varied program. Dánial Gomez, who is of Colombian origin, is the musical addition to the program. Manuel J. Delgado, a missionary from California, will talk about his work and his life in the Faroe Islands. Sam Jacobsen, from the Faroese employment service (ALS), will explain to us how to write a good resumé/CV (curriculum vitae). Siri Tórgarð, from the municipality of Tórshavn, is going to tell us about the “Diversity Week” in Tórshavn and her work with integration in the Faroese capital. Heiðrun Hammer reflects on her journey to Lebanon for the Red Cross.
Everyone on Suðuroy, both newcomers AND locals, are welcome. We offer a cup of coffe and something to go with it. The event is admission free, and will mainly be in English.
Facebook viðmerkingar