Illveðursdagar, eins og vakrar summardagar, nýta myndafólk høvið at fanga náttúrunnar leik, tá brimið brýtur í sólarljósi. Bjartur Vest Joensen tók hesa myndina í Sumba í dag, har Sumbiarhólmur er at kalla burturi í brimi.
Í søguni “Veðurfastir” kallar Poul F. Joensen, hargaskaldið, Sumbiarhólm fyri ein veldugan brimbrótara. Poul F. skrivar:
Sum ein veldugur brimbrótari, hálvan annan fjórðingsveg langur, liggur Sumbiarhólmur og verjir fyri Sumbiarbygd, ið annars ikki hevði kunnað verið so niðarlaga, sum meginparturin av henni er bygdur nú. Hóast hólmurin, ið er upp til 10 favnar høgur og steyrrættur út ímóti vesturhavinum, liggur undir sjógv í hvørjum broti í verstu brimódn, tá ið boðasløgini duna sum torusláttur, so ein fremmandur ikki blundar, og hvørt brot av Sjørgrunsboða, sum í 1913, av storminum verður borið 120 favna hædd upp við Beinisvørði sum ein veldigur áarfossur, ið fellur sum gloprarregn niðuraftur yvir bygdina, so missa tey miklu brotini sína megi móti honum, og tað kann vera kyrra innan fyri hann.
Facebook viðmerkingar