SEV vann í fjør útboð uppá at seta upp vindmyllulund í Porkerishaganum. Og í november fekk SEV góðkenning frá Umhvørvisstovuni til at fara undir vindmyllulundina.
Og nú er so gongd komið á at gera vegin niðan til vindmyllulundina. Vegurin verður gjørdur frá landsvegnum og niðan í Porkerishagan. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at gera vegin fyri SEV. Vegurin verður umleið 1,5 km. langur.
SEV hevur fingið loyvið at seta upp 7 vindmyllur í Porkerishaganum við einum samlaðum mátti á 6,3 MW. Vindmyllurnar verða settar upp í Heimara Parti í Porkerishaganum og verða 45 metrar høgar. Vindmyllurnar hava veingjabreiðið, sum er 44 metrar og koma at standa á betonfundamentum, sum verða gjørd í haganum.
Facebook viðmerkingar